Kanning ella sannleiki?

Fríðleif Lydersen

------
Eg havi lisið fleiri staðni um Gallup kanningina, sum er gjørd vegna LBGT um stuðul/mótstøðu til borgarligt hjúnarlag millum føroyingar.
Eg meini, at tað fyrsta, sum átti, at verið upplýst um kanningina er, hvussu nógv fólk, ið eru spurd í samband við kanningina. Tí fleiri staðni so verður tað ikki gjørt, tí kann ein skilja tað sum um, at allir føroyingar eru spurdir, men tað eru tey neyvan. Eg veit ikki, um talan er um eitt tíðindaskriv ella um jornalistiskt arbeiði, men tað kann síggja út til at vera tíðindaskriv, tí tað er so lík í teimum miðlunum, eg havi lisið.
Eg kann vísa á í øllum førum tvey dømi um pástandir, sum kunnu uppfatast sum reinir sannleikar, men ikki eru tað. Eg siteri: ”Heili 88% av øllum føroyingum millum 25 og 39 ár taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnarband.” og ”2/3 av føroyingum taka undir við samkyndum hjúnabondum”.
Eg meini, at um hesar útsagnirnar skulu vera heilt rættar, so mugu øll í nevnda aldursbólki og øll í Føroyum hava verið spurd. Eg meini tí, at um vit skulu fáa eina rætta mynd av kanningini, so mugu vit fáa at vita, hvussu nógv, ið eru spurd, og, at av teimum spurdu, so eru 88% av teimum millum 25 og 39 ár, og 2/3 av teimum spurdu fyri borgarligum hjúnarlagi fyri samkynd.
Eg veit, at slíkar kanningar kunnu geva eina góða mynd av, hvat fólk meina, men tað er hóast alt bert ein kanning, har ikki øll í Føroyum eru spurd. Tí kann ein ikki út frá úrslitunum siga, at 88% av føroyingum millum 25 og 39 ár ella 2/3 av føroyingum eru fyri borgarligum hjúnarbandi millum samkynd.