Tað er serliga, tá ið børn skulu á sjúkrahúsið at verða stungin við nál, at tey uppliva pínu. Og tey hava ofta meira pínu, enn foreldur, læknar og sjúkrasystrar geva sær far um.
Tað vísir ein nýggj kanning gjørd í Danmark, har 570 sjúklingar upp til 18 ár á sjúkrahúsi og foreldur teirra hava fingið spurningar um pínu. Tað vísir seg, at meira enn helmingurin av børnunum svaraðu, at tey hava havt pínu innanfyri seinasta døgnið og at 43 prosent av børnunum vildu fegin hava fingið linnan fyri pínuna, meðan tey vóru undir viðgerð.
- Børn hava meira pínu enn vit høvdu væntað, sigur yvirlæknin Søren Walther-Larsen við dr.dk.
Fyri vaksin kann eitt lítið prik hava lítlan týdning, men fyri børn er upplivingin heilt øðrvísi. Hetta skal takast alvorligt, halda læknarnir handan kanningina, tí tølini eru skelkandi, og slíkar upplivingar kunnu fáa avleiðingar fyri børnini í mong ár fram.










