Kanning av skúlataskum

Brúkarin: Stór kanning av skúlataskum í blaðnum í dag. Vel myndina fyri at síggja talvuna.

Skúlabyrjan: Nú summarfrítíðin lækkar móti endanum, verður nýggj skúlaútgerð bunkrað. Tey stóru skulu kanska bara fylla pennahúsan, meðan tey smæstu skulu hava nýggja skúlatasku. Danski stovnurin Forbrugerlab hevur kannað góðsku, fyrimunir og vansar við skúlataskum til tey smæstu. Ikki er vist, at júst hesar taskurnar eru á føroyska marknaðinum, men kortini kann kanningin geva íblástur til, hvat havast skal í huganum, tá tit keypa nýggja tasku.
Sambært Forbrugerlab er onki samband millum prís og góðsku. Samanumtikið eru allar taskurnar dygdargóðar, men Jeva-taskan fekk flest stig.
Vit hava ikki tikið allar faktorarnar við her, men til ber at síggja kanningina á www. forbrugerlab.dk.
--


Soleiðis velur tú bestu skúlataskuna til barnið
    Latið barnið royna taskuna, áðrenn tit keypa hana
    Lat barnið royna taskuna í úti- og inniklæðum
    Taskan skal sita á rygginum  ikki á rumpuni
    Taskan skal ikki vera breiðari enn herðarnar á barninum
    Bakið á taskuni skal liggja at rygginum á barninum  allan vegin upp
    Taskan skal vera passaliga djúp, so innihaldið ikki dettur úr
    Fráskild rúm skulu vera til matkassa, drekkidunk, pennahús og bøkur
    Snarlás og spenni skulu vera løtt at brúka  eisini hjá barninum
          Endurskin økja um ferðslutrygdina í myrku tíðini