Kanning á valstøðum: Høgravongur vinnur í Italia

Ytsta høgra í Italia stendur sambært kanningum á valstøðum til at vinna stjórnarvaldið.

 

Italiubúgvar hava givið ytsta høgra so nógvar atkvøður á valinum í dag, at teir tríggir flokkarnir í høgrasamgonguna eftir øllum at døma kunnu skipa stjórn.

Tað vísa kanningar á valstøðum, sum var almannakunngjørd klokkan 22 okkara tíð, tá valhølini lótu aftur.

Teir tríggir flokkarnir standa í kanningini frá stjónvarpsstøðini Rai til 42-45 prosent av atkvøðunum, og tað er sambært Reuters nóg mikið til at skipa stjórn.

/ritzau/Reuters