Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Løgtingsins Umboðsmaður Vinnumálaráðnum frá, at hon umhugsaði at taka málið um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni til viðgerðar av sínum eintingum.
– Av tí at løgmansststjórin var ógegnig, hevði Vinnumálaráðið viðgjørt málið, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í fráboðan.
– Í hesum sambandi vísti eg á eina viðmerking á Vágaportalinum, har sagt varð, at persónur við tøttum tilknýti til løgmansstjóran varð settur í starvið, samstundis sum fleiri aðrir umsøkjarar vóru til starvið, harímillum ein, sum hevði verið fyribilssettur í starvinum síðani á sumri 2011.
Løgtingsins Umboðsmaður bað Vinnumálaráðið um at læna sær skjølini í málinum.
– Eftir at hava lisið skjølini havi eg í dag boðað Vinnumálaráðnum frá, at eg fari at viðgera hetta mál.
– Eg havi í fyrstu atløgu biðið Vinnumálaráðið um at greiða mær nærri frá útbúgvingarkrøvunum í starvslýsingini og luttøkuni hjá einum deildarstjóra og einum ráðgeva á Løgmansskrivstovuni í setanarbólkinum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.