Námsfrøðiliga leiðslan í fólkaskúlanum skal nú kannast. Tað er Jóhannes Miðskarð, ph.d., adjunktur á Námsvísindadeildini, sum er farin undir at kanna, hvussu leiðarar útinna námsfrøðiligu leiðsluna í fólkaskúlanum
Skúlablaðið skrivar, at í summar játtaði Fólkaskúlagrunnurin Jóhannes Miðskarð stuðul á 59.000 krónur til verkætlanina, sum verður kallað Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum.
– Í Talis-kanningini frá 2009 er ein greið ábending um, at tørvurin á at stimbra námsfrøðiligu leiðsluna í Føroyum er stórur; heili 44 prosent av lærarunum siga, at teir ongantíð ella minni enn annaðhvørt ár fáa eftirmeting frá skúlaleiðara sínum um arbeiðið, teir gera. Tað er tí ein vón, at granskingin, eg fari undir, kann venda hesum tølunum til eitt meiri hóskandi støði til frama fyri úrtøkuna av skúlagongdini hjá hvørjum einstakum næmingi í fólkaskúlanum og hjá Føroyum sum samfelag, sigur Jóhannes Miðskarð við Skúlablaðið. Og hann heldur fram:
– Yvirskipaða endamálið við hesi verkætlanini er at fáa vitan um, hvussu leiðarar útinna námsfrøðiligu leiðsluna í fólkaskúlanum, og tá ið kanningin er liðug, er ætlanin, at tilfar verður givið út, sum kann nýtast í undirvísing, til fyrilestrar og skeið til skúlaleiðarar til tess at stimbra teirra námsfrøðiligu leiðslu í skúlunum, sigur Jóhannes Miðskarð.










