Í eina tíð hava kommunurnar í Vágum og Sjúkrahúsverkið virkað fyri at gera eina korona-kanningarstøð sett í Vágum. Tað er nú eydnast, og hetta er fyrsta, fasta kanningarstøðin uttan fyri sjúkrahúsini og støðina hjá Thetis.
Og í gjárkvøldið vórðu tær fyrstu 413 kanningar gjørdar á kanningarstøðini í Vágum. Nakað av bíðitíð var, og eina løtu vóru eisini tekniskir trupulleikar við skrásetingartólunum, men kortini gekk tað væl at kanna tey 413 fókini, siga tey í einum Tíðindaskrivi. Undir vanligum umstøðum høvdu hesi fólkini verið noydd at fara til Havnar til kanningar.
Eftir ætlan verður kanningarstøðin opin tríggjar dagar um vikuna. Týsdagar og hósdagar frá klokkan 18 til klokkan 20 og leygardagar frá klokkan 12 til klokkan 14.
Longu nú er klárt at bíleggja tíð til at verða kannaður leygardagin, men tey siga, at fyri at stytta um bíðitíðina, hevur tað týdning at tey, sum bíleggja tíð, møta til tíðina, men tey skulu heldur ikki møta ov tíðliga.
Nøkur hava bílagt sær tíð sunnudagin, men tað er av misgávum, at tað hevur verið ein av møguleikunum. Tey kunnu bara møta upp leygardagin ístaðin fyri við kotuni, tey hava fingið
Í Vágum vóna tey, at hendan kanningastøðin fer at gera sítt til, at korona ikkibreiðir seg. Kanningarstøðin er á brandstøðini inni á keiini í Miðvági. Ferðslan er einvegis oman frá Giljanesi, og koyrt verður av keiini ímóti Miðvági.