Jákup Mikkelsen vardi fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum KÍ málið. Hóast fýra mál fóru ígjøgnum, so var málmansspælið hjá Jákupi soleiðis, sum tað plagar at vera.
Jákup sigur seg vera væl nøgdan við framrættaða spælið:
- Álopsspælið var einki at siga við. Vit høvdu møguleikar at skora tvey ella trý mál. Um vit framvegis fáa sovornar møguleikar, so eiga vit at fara at fáa mál. Verri er við verjupartinum. Serliga er tað í deyðbóltsstøðunum, at vit mugu vera nógv meiri nærlagdir og skipaðir, heldur KÍ málverjin.