Tað kom fram í rættinum, at meðan maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður eru tvær mentalkanningar gjørdar av honum.
Ein kanning varð gjørd í Føroyum, og tá ið Rættarlæknaráðið viðgjørdi málið, vildi ein limur hava gjørt eina eyka kanning.
Hetta kom av, at viðkomandi helt, at maðurin ikki varð egnaður at revsa, men heldur átti at verða settur í forvaring, tí vandi var fyri, at hann gjørdi slíkt aftur.
Ákæruvaldið vildi hava mannin revsaðan og kravið var ikki undir fongsul í hálvt triðja ár.
Verjin helt hálvt annað ár vera nóg mikið.
Dómurin varð sagdur, eftir at blaðið fór til prentingar í dag.