Tað segði Útvarpið um vikuskiftið. Sambært teimum hevur lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum tikið ávaringina ímóti fyrrverandi leiðandi yvirlæknanum á Landssjúkrahúsinum, Johan Petur Davidsen, aftur. Samstundis skal ein tænastumannakanning finna útav, um sjúkrahúsleiðslan hevði haldgóða grundgeving at siga Johan Petur úr starvinum sum leiðandi yvirlækna. Løgtingsins umboðsmaður kom í november til ta niðurstøðu, at Almanna- og heilsumálaráðið brúkti skeiva mannagongd, tá leiðandi yvirlæknin varð koyrdur frá.