Kanna um talan var um morð

Í kanningararbeiðnum verður arbeitt sambært teori um, at Fiorentina-liðskiparin bleiv myrdur.

Tað verður framvegis roynt at finna útav hví liðskiparin hjá Fiorentina, Davide Astori, brádliga doyði í gjár, einans 31 ára gamal. Hann varð funnin deyður á einum hotelli sama dag sum Fiorentina skuldi spæla ímóti Udinese.


Fiorentina boðaði fyrst frá, at hann doyði orsaka av sjúku, helst hjartasteðgi, men ein líkkanning skal nú staðfesta deyðsorsøkina. Tað verður arbeitt útfrá einari teori um, at eitt brotsverk skal vera farið fram.


Les eisini: Italskur stjørnuspælari funnin deyður


- Fyribils er eingin undir illgruna. Vit hava stovnað eina revsisak við hugsunargrundarlagi um harðskap. Í løtuni bíða vit eftir frágreiðingini frá líkkanningini, sigur ákærin, Antonio de Nicolo, við italska Sky Sports.


Mannagongdin er ikki soleiðis sum hon er orsaka av grundaðum illgruna um at nakað brot skal verða framt, men meira tí at hetta er ein arbeiðsháttur í kanningararbeiðinum hjá løgregluni.


- Tað er neyðugt at gera so. Vit hava skyldu til at vera fullvís í, um deyðin hjá Astori bara var ein syndarlig hending ella um nakað annað býr aftanfyri, sigur ákærin.