Løgreglan fekk um vikuskiftið fráboðan um, at ein maður var stungin við knívi á einum skeinkistaði.
Eingi vitni vóru til tilburðin, og málið verður nú kannað fyri at finna fram til, um knívur var brúktur, ella um maðurin møguliga var dottin.
Løgreglan kann í morgun ikki siga meira um tilburðin, tí kanningarnar eru ikki lidnar.