Franska ákæruvaldið er farið undir at kanna, um hald er í søgunum um, at palestinski leiðarin Yasser Arafat bleiv myrdur við eituri. Tað sigur ein kelda á skrivstovuni hjá ríkisákæranum. Kanningin er ein roynd at fáa staðfest, um Arafat bleiv eitraður við tí lívshættisliga geislavirkna evninum polonium, sigur keldan.
Ein talsmaður fyri teir palestinsku myndugleikarnar sigur, at teir eru nøgdir við avgerðina hjá franska ákæruvaldinum.
Einkjan eftir Arafat, Suha, hevur biðið um, at tað verður kannað, hvussu maður hennara doyði. Tað hevur hon gjørt, eftir at ein sveisisk kanning staðfesti polonium í klæðum og øðrum ognum hjá Arafat. Einkjan og teir palestinsku myndugleikarnir hava góðkent, at leivdirnar av Arafat verða grivnar uppaftur, so royndir kunnu takast av teimum.
Yasser Arafat doyði á einum sjúkrahúsi í París í 2004.










