Kannaðu stabilisatorarnar á Smyrli

Ferðafólk við Smyrli av Krambatanga til Havnar í morgum hava sett seg í samband við Portalin, tí tey vóru vís í, at stabilisatorarnir á Smyrli ikki riggaðu.

Tað fínasta veður, men skipið rullaði alt ov illa eftir umstøðunum og tí vóru tey vís í, at okkurt var galið.

Men Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni, sigur, at alt er, sum tað eigur at vera.

Stabilisatorarnir vórðu tiknir inn í fimm minuttir í morgun í sambandi við kanningar, manningin ger regluliga av ymsari útgerð.

Tá ið kanningin var liðug, vórðu teir settir út aftur og har virkar alt, sum tað skal, sigur hann.