Kannaðu skeinkjustøð

Leygarmorgunin gjørdi Brunaumsjón Landsins saman við politinum í Havn kanningar á skeinkjustøðunum í Havn.
Tá slíkar kanningar verða gjørdar, verður kannað um viðurskiftini eru í lagi. Tað verið seg, hvussu nógv fólk eru inni, um eldsløkkjarar og neyðdyr eru í lagi og so framvegis.
Frá politistøðini í Havn verður sagt, at onki var galið nakrastaðni.
Annars hevur vikuskiftið verið stak friðarligt. Eitt lítið ferðsluóhapp var sunnukvøldið á Grønlandsvegnum/Svalbardsvegurin, har tveir bilar rendu saman. Tað vísti seg, at annar bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.