Á studentaskúlanum og HF í Hoydølum verður í hesum døgum leitað við ljós og lykt eftir hølum at hýsa øllum teimum mongu næmingunum eftir at tey fingu forboð fyri gomlu dreingjakostdeildina til skúlastovur, tí hon er fongd við soppi. Avleiðingin er, at næmingar húsast í fleiri ymsum húsum og koyrt verður so ímillum.
Men roynt verður at finna eina frægari loysn og tí sambandi bað mentamálaráðið rektaran í Hoydølum, Mikkjal Helmsdal, siga sína hugsan um tað kundi verða ein loysn at senda HF til Vestmannar at ganga í skúla, har høli eru leys í skúlanum.
Men tað heldur rektarin í Hoydølum ikki.
- Tað havi eg mælt frá, sigur hann við Portalin.
Hann sigur, at Vestmanna er heilt einfalt ov langt burtur.
Hinvegin verður umhugsað verður eisini at byggja nakrar fyribils lonir í Hoydølum
Men leitað verður eisini eftir hóskandi hølum onkustaðni í Havn, ella her rundanum, tó at úrvalið er avmarkað, tí tað er neystan neyðugt, at talan er um hús, sum er bygt til skúla.
- Onkur loysn kann kanska útvegast í samstarvi við Tórshavnar Býráð, men tað kann í fyrsta lagi vera til skúlaárið 2011-2012.
Rektarin vil helst hava HF so tætt við Hoydalar sum gjørligt, tí talan er um næmingar, sum ofta eru eldri enn vanligu studentaskúlanæmingarnir og tí eru teir ikki so lættir at flyta.
- Flyta vit HF langt út um Havnina, er vandi fyri, at vit missa tann málbólkin burtur, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann vónar kortini, at ein avgerð verður tikin rættiliga skjótt, tí tíðin fer at renna undan.