Tað er lógarkrav at sita bundin í trygdarbelti í bussum, og í næstum fer politiið at geva bøtur til teirra, sum ikki sita íbundin.
Eisini kannar politiið, um ov nógv fólk eru í bussunum.
Annars ger politiið dagliga ferðslukanningar, og nógvar bøtur eru skrivaðar, sigur Kári Thorsteinsson, leiðari fyri norðurøkið.
Bøtur eru skrivaðar bæði fyri ikki at brúka trygdarbelti, fyri at tosa í fartelefon, ikki at hava koyrikortið hjá sær, og ikki minst hava fleiri bilførarar fingið bót fyri at koyra ov skjótt.
- Tað er allastaðni í økinum, at fleiri koyra ov skjótt, eitt nú Millum Fjarða og í Norðoyatunlinum, sigur Kári Thorsteisson.