Í døgunum 10. til 21. november verður trivnaðarkanning gjørd í 5., 7. og 9. flokkunum kring landið. Tilsamans fatar kanningin um áleið 2000 næmingar. Tað er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum hevur tikið stig til, at kanningin verður gjørd.
– Vit í Mentamálaráðnum hava nú í eina tíð samskift við Fróðskaparsetrið og Granskingardepilin um kanningina um trivnað ella happing, sum eg havi tikið avgerð um at gera, sigur Bjørn Kalsø við Skúlablaðið.
– Nú eru fyrireikingarnar komnar so langt, at vit kunnu fara undir kanningina. Trivnaður í skúlunum hevur stóran týdning, tí eri eg fegin um, at vit nú fara undir kanningina um happing, tí eingin kanning er gjørd á hesum øki síðan 2007. Eg eri eisini fegin um, at Fróðskaparsetrið sum útbúgvingar- og granskingarstovnur, og sum eisini útbúgvir okkara lærarar, ger kanningina. Tað kann vera við til at stimbra hugin at gera kanningar og at granska viðurskifti í skúlaverkinum, sigur mentamálaráðharrin.
Hann vísir eisini á, at tá tosað verður um skúlan, byggja vit ofta okkara niðurstøður á kanningar og gransking, sum eru gjørd í øðrum londum.
– Hetta kann vera gott í ávísan mun, men tað er eisini neyðugt at granska í okkara egnu viðurskiftum, um vit skulu hava haldgott grundarlag at byggja okkara niðurstøður og framtíðarætlanir á, sigur Bjørn Kalsø.
Kanningin, sum nú verður gjørd, verður lutvíst gjørd eftir sama leisti sum kanningin í 2007. Tó er kanningin dagførd við teirri nýggjastu vitanini á økinum og eisini á tann hátt, at tað, sum fer fram á sosialu miðlunum, er tikið við.
Meira kann lesast um kanningina í Skúlablaðnum VIÐ AT TRÝSTA HER