Kanna tragediuna í Ulstrup sum drápsmál

Hendingin, sum kostaði seks fólkum lívið í húsum í Ulstrup í Danmark, verður kannað sum drápsmál

Um middagsleitið í gjár vórðu seks fólk funnin deyð í einum húsum í Ulstrup, sum liggur nakað sunnan fyri Randers í Danmark. Tey deyðu vóru eini hjún og teirra fýra børn, sum eru í aldrinum millum 3 og 16 ár.

Síðani hevur løgreglan kannað húsini og umstøðurnar, og kanningarnar halda fram í dag.

Løgreglan sigur í fráboðan, at hendingin verður kannað sum eitt drápsmál. Talan er um sera umfatandi kanningararbeiði, og tí ganga nakrir dagar, áðrenn løgreglan vil siga nakað um, hvat tey halda hendi í húsunum.

Ekstrablaðið skrivar í morgun, at grannar kendu gassroyk í grannalagnum, og at øll vindeygu í húsunum vóru latin upp, tá ið løgreglan kom á staðið. Hetta er tó ikki váttað av løgregluni.