Eldrapolitikkur
Edvard Joensen
Vágar:Kannað verður nú, hvussu tey eldru í Vágum hava tað. Hvønn tørv hava tey á serligum bustaði? Kenna tey seg trygg við verandi støðu? Og hvat halda tey um almennu tænasturnar, teimum verða veittar?
Tað er Felagskommuna í Vágum, sum nu fer at senda spurnarbløð út til allar borgarar í oynni, sum eru eldri enn 65 ár og sum búgva í egnum bústaði.
Jónhild Jørgensen, formaður í Felagskommununi, sigur, at hendan spurnarkanningin er seinasti liður í eini størri fyrireikingarætlan, sum felagskommunan hevur staðið fyri.
Málið byrjaði við, at kommunulæknarnir í Vágum sendu kommunalu myndugleikunum eitt skriv, har teir vístu á , at tørvur var á eitt nú eldrabústøðum, sigur Jónhild Jørgensen.
Felagskommunan tók tá stig til at gera nakað við málið. Settur ar ein arbeiðsbólkur at taka sær av hesum. Hann varð mannaður við starvsfólki av ellisheiminum, umboðum fyri heimarøktini, pensionistafelagnum, stýrinum fyri ellisheimið og fólki úr Felagskommununi.
Savnað er saman ymist tilfar, sum eitt nú, hvussu nógvir pensionistar eru í Vágum? Hvat vísa hagtølini, at tað fer at vera um eini 10 ár? Umframt ymsikt annað, sum viðkomandi er, sigur formaðurin í Felagskommununi
Tað seinasta tiltakið í hesum kanninararbeiðinum eru so hesi spurnarbløðini, sum nú verða send út í vikuni.
Í samband við hagtalskanning av, hvussu nógvir pensionistar fara at vera í Vágum um tíggju ár, sigur Jónhild Jørgensen, at tann kanningin, sum Hagstovan gjørdi fyri Felagskommununa í Vágum, vísti eitt heldur øðrvísi úrslit, enn frætt er um aðrastaðni. Hon vísti nevniliga ikki, at tað fóru at verða so øgiliga nógvir pensionistar fleiri enn í dag, uttan umleið sama talið, sigur hon.
Spurnarbløðini, sum send verða út hesa vikuna, skulu latast inn aftur í seinasta lagi tann 26. mars.
Tá tilfarið er komið innaftur, verður tað latið Granskingardeplinum fyri Økismenning í Klaksvík, har Dennis Holm fer at viðgera tilfarið og skriva eina frágreiðing, sum so verður latin Felagskommununi aftur.
?Hetta er neyðugt, sigur Jónhild Jørgensen, tí eldraøkið verður nú lagt út til kommunurnar at umsita. Og í grundini eru vit als iki ov tíðliga á veg.








