Tað verður líkskoðan í dag, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Líkskoðanin av einum strandaðum avgusti í Norðurjútlandi er byrjað í morgun.
Tað sigur Charlotte Bie Pedersen, náttúrusøguleiðari á Fiskeri- og Søfartsmuseet í Esbjerg, sum sjálv luttekur í líkskoðanini.
Tilgongdin varð nakað seinkað, men mátingin av hvalinum byrjaði umleið klokkan 9:00, og líkskoðanin er síðani byrjað av álvara.
Arbeiðið at kanna eitt djór, sum vigar fleiri tons, er ikki altíð so líka til, greiðir Charlotte Bie Pedersen frá.
##med2##
Eftir mátingina møtti líkskoðanartoyminum trupulleikum við at fáa røttu útgerðina á rennigravara til at hjálpa til við at fáa hvalin út.
Enn er vandi fyri spreinging, og tí er toymið byrjað við at brúka rennigravara. Hann fer at skera í hvalin og sleppa gassinum fyri at minka um vandan fyri spreinging, sigur Charlotte Bie Pedersen.
##med3##
Charlotte Bie Pedersen dugir ikki at siga, hvussu leingi líkskoðanin fer at taka, tí tey kunnu framvegis renna seg í óvæntaðar avbjóðingar, sigur hon.
Deyðaorsøkin kann ikki sigast í løtuni.
Um deyðsorsøkin yvirhøvur kann finnast, er óvist, og svarið uppá tað kemur ein av næstu døgunum, tá vevnaðurin er líkskoðaður av djóralæknum.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
/Ritzau/


















