Kanna ísin

50 av teimum fremstu veðurfrøðingunum í heiminum koma í dag til Noregs, har teir skulu kanna, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka ísin í teimum høgu norsku fjøllunum.

Granskararnir, sum eru úr USA, Kanada, Evropa og Aasia, eru við í einari altjóða verkætlan. Umframt at kanna, hvussu veðurlagsbroytingar tey seinnu árini hava ávirkað ísin í teimum høgu norsku fjøllunum, skulu teir eisini kanna, hvussu broytingar fyrr í tíðini hava ávirkað viðurskiftini. Tað eru heldur ikki bert fjøllini, sum verða kannað, tí granskararnir ætla sær eisini at vita, um og hvussu broytingar í veðurlagnum ávirka havstreymarnar.

Talskvinnan hjá veðurlagsráðstevnuni í Noregi, Monika Sandnes, sigur við Dagbladet, at granskararnir halda, at tað er menniskjan, sum er orsøk til, at tað hevur verið sjáldsama heitt um summarið tey seinastu árini og rættiliga lýtt um veturin. Sambært talskvinnuni hava hitabroytingarnar verið so stórar seinastu tjúgu árini sum ongantíð fyrr.