Danmark, Galten: Við slagorðinum "Lad hjertet banke, kør´ med omtanke" ferðast Børge Jensen land og ríkið runt við fyrilestrum um ferðslutrygd. Og var tað júst hesin fyrilestur, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd úr Føroyum hevði stóran áhuga fyri.
- Okkum vantar kunning til tey eldru. Tað vil siga til teirra, ið eru farin úr fólkaskúlanum og undir víðari útbúgving á eitt nú studentaskúlum, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Í 2001 tók Børge Jensen av sínum eintingum stig til at ferðast runt í Danmark at halda fyrilestrar um ferðslu. Hetta komst av, at í eini lítlari kommunu á Fjóni, doyðu seks ung millum 15 og 24 í einum tíðarskeiði á 14 mánaðir. Tær syrgiligu vanlukkurnar høvdu við sær, at Børge helt tað verða alneyðugt við upplýsing um koyring hjá ungum og ikki minst ferð.
Køn fólk við
Børge Jensen er ikki einsamallur um fyrilestrarnar. Afturat sær hevur hann eitt pallborð av kønum fólkum, sum eru við, tá eitt ferðsluóhapp hendir. Talan er um løgreglu, portør, lækna og sjúkrasystir. Umframt hesi hevur hann eisini jarðarferðarmann og prest.
Orsøkin til, at Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur valt at síggja og hoyra nærri frá júst hesum tiltakinum er, at tey ynsktu at síggja, hvussu hetta fór fram, og ikki minst til fáa íblástur til okkurt líknandi tiltak heima í Føroyum.
Tiltakið varð skipað soleiðis, at tað byrjaði við eini mynda-, ljós- og ljóðrøð. Síðani fingu pallborðsluttakararnir orðið at greiða stutt frá teirra arbeiði, og harafturat tóku tey einstøk dømi um ferðsluóhapp ella vanlukkur, ið tey mintust serliga væl.
? Eg skipi fyri hesum tiltakinum, tí tey ungu vita ikki, hvørjar kreftir tey hava millum hendurnar tá tey seta seg handan róðrið, greiðir Børge Jensen frá. Hann metir, at millum 11 og 13.000 danir hava luttikið á tiltakinum, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós fyri trimum árum síðani.
Átøk í gongd
Við á ferðini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vóru Rúna Sivertsen, formaður, Jón Kragesteen, dagligur leiðari og Høgni í Stórustovu, starvsnevndarlimur.
Tey lótu væl at eftir tiltakið, og sambært teimum, skuldi tað latið seg gjørt at stáplað eitt tílíkt tiltak uppá beinini í Føroyum.
Null-hugsjónin sum sigur, at ongin skal fáa álvarsligan skaða ella lata lív í ferðsluni hevur fyri stuttum verið fyri á landsstýrisfundi. Og um heilt stutta tíð skal hugsjónin til aðalorðaskifti í tinginum.
Í hesum sambandi fer Ráðið fyri Ferðslutrygd undir ymisk átøk. Millum annað er talan um kunningarfaldarar smáfilmar og lýsingarátøk.
? Tað er alneyðugt at broyta hugburðin hjá fólki í ferðsluni. Eitt nú roykingarherferðirnar hava gjørt so góðan mun, at tað í dag er skomm at plága onnur við royki. Men tað er framvegis ikki skomm til dømis at koyra við børnum framman í bilinum, sigur Rúna Sivertsen.
Ráðið fyri Ferðslutrygd ásannar, at alstórur tørvur er á kunning til tey, ið júst hava fingið ella eru við at taka koyrikortið. Og eitt slíkt tiltak átti at økt um tilvitskuna hjá nýklaktu ella komandi bilførarunum.
Á næsta fundi verður restin av ráðnum kunnað um tiltakið í Galten, og síðani verður tikin støða til, hvørt hetta verður til nakað í Føroyum. Men tey trý frá ráðnum, ið vóru við í Galten mánakvøldið, eru ikki í iva um, at tað avgjørt eigur at vera gjørligt at skipa fyri onkrum líknandi.