Kanna roysning

Ein roynd at seta GPS-sendarar á átta grønlendskar roysningar gekk ikki sum ætlað. Tað eydnaðist í vár vísindafólkum hjá Grønlands Naturinstitut at seta GPS-sendarar á átta roysningar, og ætlanin var so at kanna, hvussu roysningurin ferðast um summarið, og um oljuleitingar ávirka hann.

Tað vísti seg, at seks av sendarunum brotnaðu, tá roysningarnir vóru í ísinum, men teir báðir seinastu hava givið áhugaverdar upplýsingar, sigur granskarin Erik Born við grønlendska útvarpið.

Serliga annar roysningurin hevur givið nógvar upplýsingar. Sambært Erik Born hevur hesin roysningurin ferðast fleiri hundrað kilometrar, síðani hann fekk GPS-sendara.