Kanna nøgdsemið hjá foreldrum og starvsfólki

Eysturkommuna fer í næstum at kanna, hvussu nøgd foreldur eru við barnaansingina í kommununi.

Hetta verður gjørt við einari nøgdsemiskanning, og málið er at vita, hvat tey, sum brúka barnaansingina, halda um tær tænastur og veitingar, sum kommunan og stovnurin bjóða. Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu.

 

Í apríl verður eitt bræv sent foreldrum við barni á barnaansingarstovni í kommununi við tilboði um at taka lut í kanningini.


Umframt at kanna nøgdsemið hjá foreldrum fer kommunan at kanna, hvussu nøgd starvsfólkini á stovnunum eru. Hetta verður gjørt fyri at fáa enn betri innlit í, hvussu barnaansingarøkið sum heild kann skipast, so allir partar – bæði foreldur/børn og starvsfólk – eru væl nøgd við tænastuna, skrivar kommunan.



- Tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri okkum at stinga fingurin í jørðina fyri at vita, hvat brúkarin heldur um tænastuna, sum kommunan bjóðar innan barnaansing. Út frá hesum kunnu vit síðani taka betri avgerðir um, hvussu vit kunnu bjóða eina enn betri tænastu framyvir, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen, við heimasíðuna.