Teilendsku myndugleikarnir kanna nú teir báðar svørtu kassarnar úr vanlukkuflogfarinum á Phuket
Flogvallarbygningurin á teilendsku oynni Phuket líktist mest einum líkhúsi í gjár. Í fleiri røðrum lógu hvítir plastikkposar við líkunum av teimum 88, sum doyðu, tá eitt innanríkisflogfar við 132 fólkum umborð fór á glið, júst sum tað setti seg. 42 sluppu við lívinum, men fimm teirra hava fingið so álvarssaman skaða, at tað stendur um lív hjá teimum.
Tveir sviar sluppu frá vanlukkuni á lívi, men tvey aðrir sviar eru ikki komnir afturíaftur, og hildið verður, at teir doyðu í vanlukkuflogfarinum. Fleiri aðrir útlendingar úr eitt nú Kanada og Fraklandi eru millum tey deyðu.










