Kanna nú salmonella-spor úr Frøoyum

Eftir kanningar í Føroyum sigur Statens Seruminstitut seg vera komið væl nærri einari loysn á gátuni um teir mongu salmonella-tilburðirnar Í Danmark hava meiri enn 1.000 fólk verið rættiliga sjúl, og seks eru deyð av salmonella-bakteriuni U192. Smittan kom eisini til Føroya, og tvey fólk frá danska serumstovninum hava verið í Føroyum í eina viku og kannað sjey tilburðir av smittuni her.

Fyri nøkrum døgum síaðni bleiv staðfest, at smittan stavar frá donskum svínakjøti, og Køre Mølbæk, yvirlækni á serumstovninum, sigur við danska kringvarpið, at nú snúgva kanningarnar seg bara um svínakjøt, sum elvdi til smittu í Føroyum.

Kåre Mølbæk sigur, at eftir kanningarnar í Føroyum hevur serumstovnurin illgruna um, at smittan kann vera komin við viðskera, kotelettum, hakkikjøti ella svínalundum.

Hinvegin veit serumstovnurin ikki, hvaðani smittan upprunaliga stavar.