Kanna nú orsøkina til eldin

Teknikarar hjá politinum eru farnir til Gøtu at kanna, hví eldur í gjárkvøldið kom í gamla GÍ-húsið

Tað var klokkan ellivu í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldi í gamla GÍ-húsinum í Norðragøtu.
Sløkkiliðið bar skjótt at, og hálvan tíma seinni var eldurin sløktur. Sløkkiliðið hevur tó eftirsløkt í alla nátt.
Tíðliga i morgun fóru teknikarar hjá politinum úr Havn norður at kanna orsøkina til eldin.
Tað kundi sæð út sum, at eldurin er byrjaður í rúminum, har bóltarnir vórðu goymdir, tí har var mest eldur.
Eitt stórt arbeiði varð gjørt at bjarga tí, sum bjargast kundi, og tað eydnaðist at fáa tey mongu steypini hjá felagnum út, somuleiðis klæðir og skjøl.
Venjingarbóltarnir, sum Víkingur goymdi í Gøtu, eru allir farnir, men felagið hevur eisini bóltar í Leirvík.
- Nýggjar bóltar kunnu vit altíð fáa aftur. Tað týdningarmesta er, at eingin fólkaskaði var, sigur Arndis Joensen, samskipari í Víkingi.
Hon rósar øllum, sum komu at hjálpa temum í gjárkvøldið.
Ógreitt hvussu verður við teimum næstu dystunum hjá Víkingi. Nýggja húsið hjá Víkingi er ikki heilt liðugt enn, og hóast gamla húsið ikki alt er farið, ber hvørki til at vaska sær ella skifta har. Effo-dystir kunnu ikki spælast á vøllinum í Leirvík.
Víkingur hevur heimadyst sunnudagin, men í morgin skulu kvinnurnar spæla. Tær kunnu ikki spæla í Leirvík, tí har verður jarðarferð. Spurningurin er, um dysturin verður fluttur.