Kanna møguleikan at spara á Landssjúkrahúsinum

Ein spariætlan verður klár í næstum

Um eina ella tvær vikur, er leiðslan á Landssjúkrahúsinum liðug at at viðgera spurningin um, hvørjar sparingar skulu setast í verk í ár.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.


Sirið Stenberg, tingkvinan fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað fer at ávirka Landssjúkrahúsið at játtanin verður fýra milliónir krónar ov lítil í ár til at varðveita virksemið óbroytt.

Karsten Hansen sigur, at Landssjúkrahúsið kannar í løtuni, hvat kann gerast fyri at  halda játtanina. Og tað arbeiðið verður liðugt um eina ella tvær vikur.


Landsstýrismaðurin sigur somuleiðis, at fær Landssjúkrahúsið ikki meiri pening, kann avleiðingin verða, at avloysarar verða spardir burtur, at deildir verða stongdar longri, ella virksemið á deildum verður minkað í longri tíð enn annars.


Men Karsten Hansen leggur afturat, at tá ið tey á Landsjúkrahúsinum eru liðug at lýsa støðuna, fer hann at biðja Løgtingið um at játta meiri pening til raksturin.


Hesi seinastu árini hevur Landssjúkrahúsið annars spart læknaskrivarar, vaskifólk, diatistar, fysioterapeutar, køksstarvsfólk, sosialráðgevarar, summarferiu-avloysarar og  sjúkrarøktarfrøðingar.

Harumframt eru tímar eisini spardir burtur á tænastuøkinum, starvsfólkaøkinum, í  fyrisitingini og aðrastaðni.

Samstundis hevur sjúkrahúsið roynt at minka um sjúkufráveru, yvirtíð og annað.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at seinastu árini hava øki, sum til dømis fysioterapi, sosialráðgeving og kostráðgeving merkt at tilboðið er minkað, ella er burtur á sjúkrahúsinum.