Eva Kjer Hansen, sum er matvørumálaráðharri hjá donsku stjórnini, vil hava kanning setta í verk um danskar matvøruprísir. Hetta tí donsku prísirnir seinastu tíðina eru øktir meira, enn teir eru í grannalondunum. – Vit skulu vita, um príshækkingarnar stava frá reellum kostnaðarhækkingum, ella um handlarnir nú áseta sær størri vinning, sigur hon við Berlingske Tidende. Danska Kappingarráðið er í løtuni í ferð við at kanna, hví prísurin á breyði í Danmark er hækkaður 20% seinasta árið.











