Ferðaætlan
Tá ið serlig tiltøk eru norðanfjørðs, hava suðuroyingar ein standandi trupulleika. Og tað er, at skulu teir taka lut, noyðast teir at gista í Havn eina nátt, tí ferðaætlanin hjá Smyrli liggur soleiðis, at vanliga slepst ikki norður og suður til eitt tiltak sama dag.
Hetta ger seg aftur galdandi, nú føroyingar spæla landsdystímóti Írlandi á Tórsvølli mikudagin 8. juni klokkan 19.30.
Men Smyril siglur suður klokkan19, so skulu suðuroyingar síggja dystin, mugu teir liggja nátt í Havn.
Men nú hevur Fótbóltssambandið heitt á Strandferðsluna um at broyta ferðaætlanina, so at tað eisini skal bera til hjá Suðuroyingum at vera við á hesum tjóðardegnum, uttan at noyðast at gista í Havn eina nátt.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan nú fer at viðgera áheitanina saman við Fótbóltssambandinum. Og hann lovar, at ein endalig avgerð skal vera tikin í góðari tíð áðrenn 8. juni.
Bara í undantaksføri
Annars sigur Kristian Davidsen, at Strandferðslan fær javnan áheitanir um at broyta ferðaætlanina hjá skipunum.
? Tað ber ikki til at játta øllum áheitanum. Samstundis hevur tað víst seg at elva til stóra ónøgd, at nakrar áheitanir verða játtaðar og aðrar verða noktaðar. Tí heldur Strandferðslan, at tað best fyri heildina at skipini halda seg til ferðaætlanina.
Men Kristian Davidsen sigur, at onkuntíð hava skipini broytt ferðaætlanin í heilt serligum førum.
Hann sigur, at eitt dømi um tað var landsdysturin ímóti Fraklandi, tí hann varð mettur at verða av serligum áhuga fyri alt landið.
Annars spæla Føroya eisini landsdyst á Toftum leygardagin klokkan 16.30 ímóti Sveis, men í sambandi við tann dystin sleppa suðuroyingar aftur og fram sama dag, umenn at dagurin verður langur við tað, at leygardag siglur Smyril norður klokkan sjey á morgni og suðuraftur klokkan 20 á kvøldið.
Men tá er kortini ikki nógv tíð at geva av, skuldi ein bilur punktera ella okkurt annað ikki gingið eftir vild.









