John Johannessen
Orsøkin til øktu játtanina er, at Føroyar eru við í einum samstavi innan felagsskapin NAMMCO um at gera vísundaligar hvalateljingar í Norðuratlantshavi. Sagt verður í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, at kanningin er partur í ætlan Landsstýrissins um at fyrireika stórhvalaveiðu. Men áðrenn farast kann undir slíka veiðu, er neyðugt at kanna ymsiku hvalastovnarnar til tess at tryggja burðadygga veiðu av stórhvali.
Noreg og Ísland luttaka eisini í kanningini av hvalastovnunum.










