Klaksvík: Útbyggingini av nýggju góðshavnini í Ánunum heldur fram, og nú ætlar havnanevndin hjá Klaksvíkar býráð at kanna, um tað er gjørligt at gera frystitunlar í sambandi við góðshavnina.
? Um frystitunlar vórðu gjørdir í Ánunum hevði tað skapt nýggjar møguleikar fyri hetta økið, og tað kann eisini hugsast, at eitt arbeiðið at gera tunlar og fylla út kann samantvinnast, sigur Torleif Sigurðsson, sum er formaður í havnanevndini hjá Klaksvíkar býráð.
Hann heldur, at tað er umráðandi, at ferð verður sett á útbyggingina í Ánunum, tí plásstrot er á havnaøkinum inni á vágni. Klaksvíkar býráð hevur eisini samtykt at halda fram við útbyggingini í Ánunum, og í næstum skulu 5000 fermetrar afturat fyllast út.
Kanska partafelag
Ætlanin er, at økið skal verða einar 20.000 fermetrar, tá tað verður liðugt, og ætlanin er eisini at byggja bygningar á økinum.
Íløgan fer at kosta einar 30 milliónir krónur, og hesa íløgu er trupult at finna pláss fyri í íløgujáttanini hjá Klaksvíkar kommunu.
Tí hevur Klaksvíkar kommuna hugsað um møguleikan at gera eitt partafelag, sum skal taka sær av útbyggingini. Hetta partafelag skal gerast í samastarvi millum kommununa og vinnuna.
? Virksemið í Klaksvík er økt nógv seinnu árini, men vit mugu fylgja við og syrgja fyri, at vit ikki missa virksemi, tí vit ikki klára at byggja býin út, sigur Torleif Sigurðsson.










