Kanna øll Dash-flogførini

Aftan á óhappið í Aalborg sunnudagin hevur SAS gjørt av at kanna øll tey 33 Dash-flogførini, sum felagið eigur Leiðslan í SAS sigur, at øll Dash-flogførini hjá felagnum lúka øll krøv hjá verksmiðju og myndugleikum, men at felagið kortini hevur gjørt av at kanna flogførini eftir tað, sum hendi í Aalborg.

SAS hevur 33 flogfør av slagnum Dash 8 Q-400, og eykakanningin fer at taka fýra dagar, sigur felagið.

SAS hevði trupulleikar við tveimum av sínum Dash-flogførum í gjár. Fyrst fekk eitt flogfar trupulleikar við hitaskipanini, beint eftir at tað var farið á flog úr Keypmannahavn til Kekkia. Tað trygdarlendi í Kastrup í øllum góðum. Ferðafólkini fóru í eitt annað flogfar, men tað fekk eisini tekniskar trupulleikar og mátti venda aftur.