Kanna laksastovnin

Nú verður kannað, hví laksastovnurin í Norðuratlantshavinum minkar. Grønlendska blaðið Sermitsiaq skrivar, at tveir granskarar hava verið í Grønlandi tær seinastu vikurnar, har teir og lokalir fiskimenn hava kannað 235 laksar.

Hvør laksur verður mátaður, og ein DNA-roynd verður tikin fyri at fáa staðfest, hvaðani laksurin stavar.

Sermitsiaq skrivar, at grønlendingar veiða umleið 30 tons av laksi um árið, og at teir flestu eru úr USA og Kanada. Hetta er laksur, sum hevur verið á havinum í trý ella fýra ár, og sum fer til Grønlands. Tann minni laksurin heldur til við Føroyar og Ísland, skrivar blaðið.