Í Russlandi er innanríkisráðið farið at kanna áhaldandi skuldsetingar um korrupsjón innan løgregluna, og seinastu tíðina hava myndugleikarnir kannað viðurskiftini hjá 12.000 løgreglumonnum.
Innanríkisráðið í Moskva ásannar, at tað er rættiliga vanligt, at løgreglumenn bróta landsins lógir, og at teir javnan taka ímóti mutri frá fólki, sum vilja sleppa undan bót ella rættarsókn. Ein kanning í oktober í fjør kom til tað úrslit, at løgreglumenn, embætismenn og pantifútar taka ímóti meiri enn 150 milliardum krónum í mutri um árið.
Hetta hevur havt við sær, at nógvir russar hava ikki álit á løgregluni og øðrum myndugleikum, og sambært tíðindastovuni Itar-Tass er eitt endamál við kanningini hjá innanríkisráðnum júst at bøta um umdømið hjá løgregluni.










