Kanna kjarnorkuverk eftir jarðskjálvta

Teir amerikonsku myndugleikarnir hava gjørt av at kanna kjarnorkuverk í seks statum eftir tann harða jarðskjálvtan, sum var har eysturi í landinum í gjár. Verkini eru í statum frá North Carolina til Michigan.

Myndugleikarnir siga, at ristingarnar av jarðskjálvtanum gjørdu, at tann sjálvvirkandi trygdarskipanin sløkti tveir reaktorar í statinum Virginia. Tað er tó einki, sum bendir á, at nakað kjarnorkuverk hevur fingið skaða.

Jarðskjálvtin í gjár var 5,8 á Richterstiganum og tann harðasti við eysturstrondina í 67 ár. Fólk fingu boð um at fara úr fleiri bygningum í høvuðsstaðnum Washington og aðrastaðni, men myndugleikarnir siga seg ikki hava fingið boð um nakran stórvegis skaða.