Eitt flogfar hevur í morgun flogið ótalligar ferðir yvir flogvøllinum í Vágum, vestur um Mykines og suður um Hest.
Fólk hava verið ørkymlað og fregnast, um okkurt man vera áfatt við flogfarinum. Men so er ikki.
– Hetta er eitt testflogfar úr Íslandi, sum kannar alla innflúgvingarútgerðina á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Hann sigur, at tvær ferðir um árið hava tey eitt slíkt flogfar her, sum kannar alla útgerðina og skrivar eina logbók.
Útgerð í sambandi við innflúgvingartólini hjá Vága Floghavn standa ymsa staðni runt í landinum, eitt nú á Heystoynni og í Mykinesi










