Nú verður farið undir at kanna, hvussu skúlabørn í Føroyum trívast. Skúlablaðið skrivar, at í heyst ætlar barnabati at vitja fólkaskúlarnar kring landið við tí endamálið at kanna, hvussu børnini trívast.
Eftir ætlan vera tað næmingarnir í 6. og 8. flokki, sum fara at verða spurdir í stóru trivnaðarkanningini. Hendan trivnaðarkanningin fer fram á tann hátt, at næmingarnir skulu svara nøkrum spurningum í einum spurnablaði.
Skúlablaðið sigur, at talan er um eina barnarættindakanning og umframt børnini í fólkaskúlanu, er ætlanin eisini at kanna trivnaðin hjá nbæmingum í fyrsta flokki á miðnámsskúlunum.
Tískil hava spurningum støði í viðmerkingunum, Føroyar fingu frá barnarættindanevndini hjá ST í sambandi við, hvussu tað gongst okkum at halda barnarættindasáttmálan.
Í hesum sambandi verða børnini spurd um, hvussu tey hava tað viðvíkjandi trivnaði og happing. Tey verða eisini spurd, um tey hava hoyrt um barnarættindasáttmálan, og um tey halda, at tað verður lurtað eftir børnum og ungum í samfelagnum.
Tey vænta, at kanningin fer at geva gott innlit í, hvussu børnini hava tað, og hvussu tey meta, at teirra rættindi verða vird. Eitt endamál hjá Barnabata við hesi kanningini, er at fáa politikararnar at hugsa um rættindini hjá børnum.
Endamáli er eisini at savna upplýsingar saman, sum skulu nýtast, tá ið ST-barnarættindasáttmálin verður eftirmettur næstu ferð í 2016. |










