Faktorshúsini
Klaksvíkar býráð fer nú undir at kanna, hvat tað fer at kosta at flyta gomlu Faktorshúsini í Klaksvík.
Tað er Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur, sum hevur reist málið í býráðnum, har hann hevur heitt á teknisku nevnd um at fáa húsini burturbeind ella flutt longur burtur frá vegnum so at tey ikki framhaldandi skulu vera til ampa fyri ferðsluna.
Málið hevur verið til umrøðu í býráðnum og nú hevur býráðið heitt á teknisku umsitingina hjá kommununi um at arbeiða víðari við málinum.
Men tað er í øllum førum greitt, at húsini verða ikki burturbeind. Tað mesta, sum kann gerast við tey, er, at tey verða flutt.
? Faktorshúsini eru eini gomul hús og tey eru friðað, so tey verða í øllum førum ikki burturbeind, tí tað hava vit ikki loyvi til, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Men hann ásannar, at húsini standa illa fyri hjá ferðsluni.
Tí er hetta ikki fyrstur ferð, at hugsanin um at flyta húsini burtur frá vegnum er frammi.
? Býráðið hevur áður tosað um at flyta húsini, men ætlanin varð slept, tí tað var rættiliga kostnaðarmikið.
Minnist borgarstjórin rætt, kostaði tað einar 700.000 krónur at flyta tey nakrar metrar burtur frá vegnum.
? Men tøknin batnar alsamt og tað kann væl verða, at amboðini eru so mikið fræg nú, at tað kostnaðurin er ein annar nú.
? Kostar tað einar 700.000 krónur at flyta húsini, er tað ikki minst ein fíggjarligur spurningur og so stendur tað til politikararnar, hvat teir eru sinnaðir til og um teir meta, at fyrimunirnir standa mát við kostnaðin, sigur Steinbjørn O. Jacobsen