Kanna hví Tórður doyði

Kriminalpolitiið sóknast eftir vitnum frá leygarkvøldinum 23. september, tá ið Tórður Jacobsen antin varð sligin ella datt inni á Café 22 í Havn

Randi Jacobsen

Seinnapartin mánadagin 25. februar varð Tórður Jacobsen funnin deyður heima hjá sær sjálvum í Havn.
Aftaná kom fram, at hann leygardagin hevði verið í Café 22, og har varð hann antin skumapður ella bara datt og slerdi høvdið í.
Sunnudagin og fyrrapartin mánadagin hevði hann tað gott.
Kriminalpolitiið fekk fráboðanin og fór undir at kanna deyðsfallið.
Líksýn var, og frágreiðingin sigur bara, at hann hevði havt heilabløðing, sum kann vera komin av einum slagi móti høvdinum.
Kriminalpolitiið hevur avhoyrt fleiri vitni, men tey hava ikki kunnað greitt frá, hvat hendi. Um tórður datt ella varð sligin.
Heitt verður inniliga á fólk, sum leygarkvøldið 23. februar vóru í Café 22 og vóru vitni til, at maðurin koppaði.