Kanna hjartalagið í havinum

Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar Á heimasíðu sínari skrivar Fiskirannsóknarstovan, at endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rákið ? havsins kalda hjarta

Nútímans tøkni hevur givið havfrøðing unum og øðrum serfrøðingum møgu leika at útvega sær týð andi og spill fesk ar upp lýsingar um havið á okkara leiðum. Smáir fjar stýrdir kavbátar, bert 1,8 metrar til longdar, sigla í havinum við Føroyar og skráseta upplýsingar um hita, saltinnihald, streym og plantuæti. Upplýsingarnar verða sendar upp til teldurnar á landi, og eru tøkar á telduskíggjunum á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni í Havn eftir stuttari løtu.

Trý ára verkætlan

Amerikanski granskingargrunnurin NSF, National Science Foundation, hevur játtað pening til eina trý ára verkætlan, sum er eitt samstarv millum Fiskirannsóknarstovuna og University of Washington í Seattle, USA.

Endamálið er at gera rannsóknir av rákinum í tí týdningarmikla havøkinum við Føroyar við trimum smáum fjarstýrdum kavbátum, sum hava fingið serføroyska navnið havsvívarar ? á enskum verða teir nevndir Seagliders. Tveir svívarar skulu sigla aftur og fram millum Føroyar og Ísland, og tann triði skal ferðast millum Føroyar og Hetland.

Havrákið við Føroyar hevur stóran týdning fyri tað sonevnda termo halina rákið, eisini nevnt havsins kalda hjarta. Møguligar broytingar í hesum ráki kunnu elva til veðurlagsbroyt ingar bæði í Norðurlondum og um allan heim.