Kanna heilsuskipan

Í mars koma tveir granskarar av handils­skúl­a­num á universitetinum í Aarhus til Før­oy­ar at kanna, hvussu tað hevur riggað at seta talgildu heilsuskipanina, THS, í verk í Føroyum. Hetta er ein skipan, har allir upplýsingarnir um sjúkl­ing­in verða goymdir talgild og tað ger tað lættari hjá heilsufólki ymsastaðni at fáa útvega sær neyðugar upplýsingarnar.

Tað skrivar Aarhus universitet á heima­síðu síni. Tal­gild­ar heil­s­uskipanir eru van­lig­ar, men tað, sum ger skipanina í Føroyum ser­staka, er, at hon umfatar bæði sjúkrahúsini og komm­unu­læknarnar. Tað merkir at kommunulæknin og sjúkrahúslæknarnir altíð hava somu talgildu sjúklingabók til taks og tað hevur nógvir fyrimunir tí so hava allir partar í skipanini altíð nýggjastu upplýsingarnar um sjúklingin beint við hondina. Tað, sum donsku granskararnir koma til Føroyar at kanna, er, hvussu skipanin í Føroyum riggar, og um tað gevur skjótari og betri viðgerðir.