Veðrið var av tí allarbesta í nátt, og tí hevur heilt nógv fólk hevur verið í býnum í Havn í nátt, men eisini í Klaksvík, har tunnilsdagar eru, og á Toftum, har bátastevna er, hevur fitt av fólki verið úti í nátt.
Um fimmtíðina í morgun verður løgreglan boðsend inn á Toftir, har eitt harðskapsmál verður fráboðað. Løgreglan í norðurøkinum kemur á staðið og tosar við tann, ið hevur fráboðað málið.
Løgreglan hevur eisini fingið navnið á einum møguligum gerningsmanni og fer at kanna málið nærri.
Annars hevur verið stak friðarligt bæði í Havn, í Klaksvík og á Toftum, sigur vakthavandi í morgun.