Kanna fyri koronu á Sandi í morgin

Á sosialum milðlum, facebook til dømis, hava fólk funnist at, at tað ikki hevur borið til at kanna seg fyri koronu í eina tíð á læknamiðstøðini á Sandi.

 

Men nú tykist ljós vera fyri framman.

 

Nú boðar sjúkrahúsverkið frá, at kanningar verða á Sandi í morgin.

 

Í morgin, fríggjadagin 18. november, verður kannað fyri koronu í Læknamiðstøðini á Sandi frá kl. 11 til 11.30. Til ber at bíleggja tíð á korona.fo, boðar sjúkrahúsverkið frá.

 

Borgarstjórarnir í Sandoynni hava  sent landsstýrismanninum í heilsumálum eina áheitan um at fáa kanningar í lag á Sandoynni aftur.