Gjaldoyraeftirlitið hjá íslendska Seðlabankanum kannar framvegis, um tað stóra vinnufelagið Samherji hevur brotið reglurnar um gjaldoyra við at selja einum dóttirfelagi í Týsklandi íslendskar fiskavørur fyri undirprís. Leiðslan í Samherja hevur víst skuldsetingini aftur.
Kanningarnar byrjaðu í mars, tá fólk hjá gjaldoyraeftirlitinum rannsakaðu skrivstovurnar hjá Samherja og fóru við einum hópi av skjølum. Nakrar vikur seinni steðgaði dóttirfelagið í Týsklandi øllum samhandli við Ísland fyribils.
Sakførarin hjá Samherja hevur sagt, at felagið fer at umhugsa at reisa endurgjaldskrav ímóti myndugleikunum.
Samherji hevur eisini virksemi í Føroyum. Íslendska felagið eigur ein fjórðing av partafelagnum Faroe Origin og 73 prosent av partafelagnum Framinvest. Hetta seinna felagið eigur góð 23 prosent av Pf. Keldan, 61 prosent av Pf. Bergfrost og 33,3 prosent av smápartafelagnum Framherji, sum eigur partafelagið Regn og partafelagið Akraberg FD 10.