Kanna framvegis harðskapsmál í Havn

Ein maður bleiv sparkaður vitleysur í Niels Finsens gøtu í Havn leygarmorgunin.

 

Løgreglan kannar framvegis málið um ógvusliga harðskapsmálið í miðbýnum í Havn.

 

Tað var umleið klokkan hálvgum fimm leygarmorgunin, at Jógvan í Garði bleiv álopin í miðbýnum í Havn.

 

Hann greiðir sjálvur frá, at hann var um at vera dripin, meðan hann stóð og tosaði við eina kvinnu og bíðaði eftir nøkrum vinmonnum. Brádliga verður hann skumpaður harðliga í ryggin.

- Viðkomandi skumpar meg so harðliga, at eg als ikki fekk tikið fyri meg, men í staðin moraði andlitið niður í vegin. Hareftir sparkaði viðkomandi meg í andlitið við almakt, og ein framtonn klovnaði horizontalt, brast út úr tannkjøtinum og karvaði mær varrarnar. Hóast eg liggi vitleysur velur viðkomandi at sparka meg víðari. Hetta steðgar ikki fyrr enn ein vinmaður varnast, at eg eri um at blíva dripin, spurtar yvir til mín og stillar seg ímillum, skrivar Jógvan í Garði á Facebookvanga sínum.

 

Sjúkrabilurin verður tilkallaður og Jógvan í Garði sigur, at hann raknaði við aftur úti á Landssjúkrahúsinum leygardagin, uttan at minnast nakað til fríggjakvøldið.

 

Hann greiðir frá, at pápin og hann fóru at leita eftir tonnini og funnu krúnuna.

- Hjá tannlæknanum blivu leys fragmentir av tonnini trekt úr tannkjøtinum, og í millum partarnar, ið eg enn hevði (+pluss fragmentið í pápi fann uttanfyri Radiohandilin), var ikki nokk til at hon beinleiðis kundi festast - so partur av tonnini, serstakliga aftan, men eisini í miðjuni framman, mátti endurbyggjast. Tennirnar sita ikki rætt enn, og verður helst meir arbeiði gjørt við tær í komandi viku, skrivar hann.

 

Hann sigur, at minnið spakuliga er við at koma aftur til sín. Hann minnist nú, at hann stóð og tosaði við eina gentu við húgvu og ítróttartasku uttan fyri Radiobúðina í Niels Finsens gøtu, tá hann verður álopin.

 

Álopsmaðurin kemur rennandi frá Steinatúni og aftaná flýggjar hann sama veg, hann var komin. Gentan fer rennandi aftan á.

 

Av løgreglustøðini í Havn siga tey, at tey arbeiða við málinum í dag og fara at tosa við fólk, sum kenna til málið.

 

Jógvan í Garði heitir sjálvur á øll, sum sóu hendingina ella vita meiri um hana, at seta seg í samband við løgregluna ella seg sjálvan.