Kanna frakkan hjá Olof Palme

Drápsmaðurin legði hondina á økslina á Palme, áðrenn hann skeyt. Tí skal frakkin DNA-kannast

Tað er ikki greitt, um nak­að DNA-spor er á gamla frakkanum hjá Olof Palme, men tað serliga løgregluliðið, sum framvegis kannar morðið, sigur, at allir møguleikar skulu kannast.
 Eg havi verið í Linköping og tosað við umboð fyri ta kriminalteknisku rann­sókn­arstovuna, sum skal gera kanningarnar, sigur Stig Edqvist við Aftonbladet. Tað er hann, sum stendur fyri Palme-kanningunum. Sam­bært blaðnum er rann­sóknarstovan í Linköping tann fremsta av sínum slagi í Svøríki, og fleiri av teimum fremstu svensku DNA-ser­frøðingunum arbeiða har.
Svcenska løgreglan hev­ur harafturat gjørt av at leita sær hjálp frá nøkrum av teimum fremstu DNA-serfrøðingunum í heiminum. Tí hevur løgreglan samband við Forensic Science Services í Birmingham í Bretlandi og rannsóknarstovuna hjá týsku kriminalløgregluni í Wiesbaden, skrivar Afton­bladet.