Í Týsklandi skipar løgreglan í hesum døgum fyri nøkrum fundum, sum skulu greina fortíðina hjá løgregluni og serstakliga vesturtýsku samveldisløgregluni BKA, sum bleiv stovnað aftan á seinna heimsbardaga. Í seinastuni hava týsk bløð prentað greinar, sum hava avdúkað, at fleiri leiðandi menn í BKA høvdu verið virknir í SS og Gestapo frammanundan. Eitt nú høvdu 33 deildarleiðarar í BKA verið í SS. Ein teirra var Paul Dickopf, sum var ovasti í BKA frá 1965 til 1971 og valdur til formann í Interpol í 1968.