Í fleiri ár hevur norska fyritøkan Scantrol Deep Vision arbeitt við at menna eina myndatøkni, sum skal gera tað møguligt at máta fisk og fiskastovnar niðri í sjónum.
Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at útgerðin verður roynd umborð á norska havrannsóknarskipinum G.O. Sars.
Darren J. Hammersland-White, sum er granskingarleiðari hjá Bergen-fyritøkuni, sigur við Aftenposten at málið er, at eisini vanlig fiskiskip skulu brúka tøknina.
Skipanin umfatar eina myndatólaeind, sum verður fest í trolposan, og hon tekur so myndir av fiskinum, soleiðis at tað ber til at síggja, hvat fiskaslagið er, og hvussu stórur fiskurin er. Hetta merkir millum annað, at fiskifrøðingarnir sleppa frá at taka fiskin inn fyri at kanna hann, samstundis sum tað slepst undan útblaking.










